Búmerkið hjá felagnum
25. nov. 2026

Skattapolitikkur kostar Føroyum meira, enn hann gevur (3/3).

Skattligu treytirnar hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, eiga at verða mettar út frá veruligu gjaldsskyldunum og búskaparligu avleiðingunum. Tað er ikki rætt at seta javnsetningarmerki millum lógarásetta sosiala trygging og ein skattligan fyrimun.

NAV er ikki ein skattligur fyrimunur

Í greinini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verður serligur dentur lagdur á, at føroyingar, sum arbeiða í Noregi, kunnu draga gjøld til norsku sosialu tryggingarskipanina NAV frá í føroyska skattinum.

Vinnuhúsið spyr, hví føroyskir skattgjaldarar skulu vera við til at fíggja hetta.

Her er neyðugt at skilja millum skatt og sosiala trygging.

NAV er ein lógarásett skylda

Tá ein føroyskur fiskimaður arbeiðir í Noregi og er fevndur av norsku sosialu tryggingarskipanini, er gjaldið til NAV ikki eitt sjálvboðið gjald. Tað er ein lógarásett skylda, sum er knýtt at rættindunum í norsku vælferðarskipanini.

Uttan frádrátt ella mótrokning verður arbeiðstakarin í veruleikanum raktur av einari dupultari fíggjarligari byrðu. Hann rindar til norsku sosialu tryggingarskipanina fyri at vinna sær norsk rættindi, samstundis sum hann rindar skatt í Føroyum og er við til at fíggja føroyska samfelagið.

Hetta er eitt av høvuðssjónarmiðunum í hoyringssvarinum hjá Antares til Løgtingið.

Har verður eisini víst á, at norski arbeiðsgevarin rindar arbeiðsgevaragjald til Noreg, sum í ávísum førum kann vera upp til 14,1 prosent. Norski arbeiðsgevarin er sostatt eisini við til at fíggja norsku sosialu tryggingarskipanina.

Tað er tí ikki rætt at lýsa frádráttin sum ein almennan stuðul til útlendska arbeiðsgevaran. Tað snýr seg um at tryggja, at føroyski arbeiðstakarin ikki verður raktur av einari órímiligari dupultari gjaldsbyrðu.

Antares hevur eisini víst á, at tað er neyðugt at kanna, um lógaruppskotið tryggjar eina rímiliga viðgerð av teimum sosialu gjøldunum, sum verða kravd í øðrum londum, og teimum føroysku sosialu gjøldunum.

Veruligu skattainntøkurnar eiga at telja

Antares hevur í sambandi við lógaruppskotið lagt fram eina sjálvstøðuga greining av skattatølunum hjá føroyskum fiskimonnum í Noregi.

Greiningin byggir á tøl frá TAKS fyri árini 2021 til 2025, sum grannskoðari hevur greinað.

Hesi tølini vísa, at veruligu skattainntøkurnar ikki samsvara við tær metingar, sum upprunaliga vóru lagdar til grund fyri skattabroytingini.

Eitt dømi er, at talið á føroyskum fiskimonnum í norskum skipanum er minkað munandi. Í offshore-partinum hjá reiðarínum Olympic er talið av føroyskum sjófólki sambært greiningini hjá Antares minkað við 85 prosentum. Greiningin vísir eisini, at nógv av teimum, sum eru farin úr norsku skipanini, nú rinda fullan skatt í Føroyum, meðan onnur eru farin undir DIS-skipanina.

Antares vísir eisini á, at fíggjarmálaráðið metti meirinntøkuna til umleið 22 milliónir krónur, meðan tølini frá TAKS vísa eina munandi størri minking í skattainntøkunum frá hesum bólki. Sambært uppgerðini hjá Antares svarar munurin til umleið 40 milliónir krónur í minni inntøku.

Hetta vísir, hvussu torført tað kann vera at meta um veruligu avleiðingarnar av skattabroytingum, tá ið arbeiðstakararnir hava møguleika at flyta millum lond og ymiskar skattaskipanir.

Antares hevur tí mælt frá at fremja broytingarnar, áðrenn veruligu búskaparligu avleiðingarnar eru nóg væl lýstar.

Endurskoða serskipanir – men ikki taka grundarlagið undan fólki

Antares heldur ikki, at allar verandi serskipanir skulu varðveitast, bara tí at tær hava verið til í nógv ár.

Skipanir eiga javnan at verða endurskoðaðar, og tað eigur at verða kannað, um tær framvegis røkja sítt upprunaliga endamál.

Men tað er stórur munur á at endurskoða eina stuðulsskipan, sum ikki longur røkir sítt endamál, og at taka grundarlagið undan føroyskum arbeiðstakarum, sum eru partur av einum altjóða arbeiðsmarknaði.

Tað eigur ikki at vera eitt mál í sjálvum sær at fáa allar føroyingar heim at arbeiða í Føroyum, um vit ikki samstundis hava arbeiðspláss, sum svara til teirra førleikar.

Áhugafelagið Antares er samt í, at tað skal loysa seg at arbeiða í Føroyum, og at føroyskir arbeiðsgevarar skulu hava góðar og javnbjóðis kappingartreytir.

Men tað má ikki vera ein treyt, at øll skulu arbeiða í Føroyum fyri at vera ein virðismikil partur av føroyska samfelagnum.

Føroyingar eiga at hava møguleika at brúka sína útbúgving og sínar førleikar, eisini um arbeiðið er uttanlands, uttan at tað samstundis skal vera ein orsøk til at flyta úr Føroyum.

Tað eigur at vera møguligt at vera føroyingur, búgva í Føroyum, hava familju í Føroyum, rinda sínar skyldur í Føroyum og samstundis arbeiða á einum altjóða arbeiðsmarknaði.

Tað skal ikki bara loysa seg at arbeiða í Føroyum. Tað skal eisini loysa seg at búgva í Føroyum, hóast arbeiðið er uttanlands.