Búmerkið hjá felagnum
03. nov. 2026

Hoyringsskriv til LM-031/2026: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Antares vil takka fyri innkalling til Fíggjarnevndina fyri møguleikan, at greiða frá okkara sjónarmiðum viðvíkandi broyting í løgtingslóg og kommunuskatt.

Antares hevur alla tíðina, síðan vit fingu at vita um skattaumskipanina, og hvussu hon skuldi fremjast, brúkt nógva orku og tíð at greina viðurskifti, sum viðkoma okkara limum. Antares lat gera eina óhefta kanning gjøgnum Deloitte í Danmark í 2023 við tølum frá Taks, um tær avleiðingar í broytingini í løgtingslógini kundu fáa. (kanningin viðheft)

Antares hevur í ár fingið tøl frá Taks fyri árini 2021 til og við 2025 og fingið tølini greinað hjá grannskoðara. Tað er ein týðulig ábending at okkara ávaringar blivu til veruleika. Fólk rýma úr skattgjaldandi Norra til aðrar skipanir, har ongin skattur kemur í landskassan, og greiningin vísir at fráflytingin byrjaði samstundis sum fráboðanin um skattaumleggingina kom. Vit vístu í fíggjarnevndini á, at bara teir fáu fiskimennir í Norra, sum fluttu í aðra skipan, kostaðu landskassanum millum 12-15 mió kr.

Tølini fyri føroyingarnar í offshore eru ikki nágreinað enn, men fyribils tølini vísa, at landskassin missir annað slíkt frá teimum.

Metingin frá fíggjarmálaráðnum vísti eina meirinntøku uppá 22 mió kr, men tølini frá Taks vísa, at talan er um eina betraktliga nógv størri minking í skattainntøkunum frá teimum, sum ætlanin var skuldu rinda meira inn. Vit vístu í fíggjarnevndini á at bara í reiðarínum Olympic er talið av føroyingum minkað við 85%, og at flestu av hesum rindaðu allan skattin í Føroyum.

Haraftrat vístu vit á, at tølini frá Taks siga at fólk kom ikki heim at arbeiða, sum var ein av ætlanunum aftanfyri skattaumleggingina. Tey fóru í aðrar - ikki skattgjaldandi - skipanir. Samlaða talið av føroyingum uttanlands minkaði við 0,3%. Vit vístu eisini á kanningina frá Deloitte, og vístu á uppvørpuni har Deloitte segði, at um bara 130 fólk fluttu í aðra skipan, so hvarv skattameirinntøkan. Havast skal í huga, at Deloitte brúkti miðaltøl, meðan fiskimenninir eru heldur hægri løntir enn miðal, og tí skuldu færri enn 130 flyta í aðra skipan áðrenn úrslitið gerst eitt reint null ella enntá minus fyri landskassan. Vit vita nú, við tølunum frá Taks, at talið verður eitt minus fyri landskassan sum fer at fara uppum 30 mió, og kanska enntá tátt í tær 40.

Niðurstøðan, við støði í tølunum frá Taks, er, at skattaumleggingin kostar landskassanum milliónir.

Og við hesum kunnu vit staðfesta, at best hevði verið, at ongin broyting var gjørd. Føroyingar hava mist besta og tryggasta arbeiðsplássið, sum vit hava havt seinastu 60 árini. Vit høvdu eggini í fleiri kurvum, men fleiri og fleiri egg verða nú løgd í donsku kurvina.

Fyri at rætta uppá støðuna er okkara tilmælið at rulla alt aftur til tað sum var áðrenn skattaumleggingina. Hon er nú roynd í verki og úrslitið gjørdist eitt minus

So koma vit til nakað heilt annað, sum vit ikki fingu stundir at leggja fram í fíggjarnevndini: Vit hava fingið avleiðingarnar greinaðar í Norra við føroyskum fiskimonnum, og leggja tey við her.

Hovedargumenter for skattefradrag.

1. Prinsippet om symmetri i skatteretten:

Når obligatorisk trygdeavgift trekkes direkte fra inntekten i Norge, utgjør dette en nødvendig utgift for å erverve inntekten. Uten fradragsrett beskattes fiskeren av en bruttoinntekt vedkommende aldri har hatt tilgang til.

2. Unngåelse av dobbel finansieringsbyrde:

Uten fradrag eller avregning betaler fiskeren trygdeavgift til Norge for norske velferdsrettigheter, samtidig som det betales full skatt til Færøyene for det færøyske helse- og velferdssystemet. Dette påfører den enkelte en uforholdsmessig stor belastning.

3. Tilførsel av norsk kapital til det færøyske samfunnet:

Norske rederier betaler opptil 14,1 % i arbeidsgiveravgift til Norge på toppen av fiskerens egen trygdeavgift (7,6 %). Norske arbeidsgivere finansierer dermed en betydelig del av færøyske arbeidstakeres sosiale trygghet, uten kostnad for Færøyene.

4. Færøysk skatteinntekt på norskfinansierte ytelser:

Når færøyske fiskere mottar sykepenger, foreldrepenger eller alderspensjon fra NAV, skattlegges disse ytelsene fullt ut på Færøyene. Færøyske myndigheter innkasserer dermed skatt på midler som i sin helhet er finansiert av det norske systemet og fiskerens egne innbetalinger.

Heilsutrygd.  
Í viðmerkingini til løgtingslóg stendur, at frádráttur við 6,5% verður givin fyri Folketrygd. Folketrygd verður komandi ár 7,6%, so hví kemur løgtingið til 6,5%.

Er hetta fyri at fáa eitt heilsutrygdargjald inn, sum allir hugsandi rættarinstansir hava sagt er ólógligt at krevja inn?

Vinarliga

Nevndin í Antares

Tórshavn 02-11-2026