Búmerkið hjá felagnum

Eftirlønir.

Kunning um eftirlønarviðurskifti

Føroyingar, sum arbeiða uttanlands og hava útlendska eftirlønarskipan, kunnu verða undantiknir at rinda til eftirløn av inntøku, ið er vunnin uttanlands. Søkjast skal um undantøkuna, og ávísar treytir eru fyri henni.

Gev gætur. Persónar, sum rinda til Folketrygd í Noregi, eru frítiknir fyri at rinda eftirløn í Føroyum av útlendsku inntøkuni.

Treytir

  • At tað kann váttast, at starvsviðurskiftini eru soleiðis háttað, at løntakarin ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara, men er bundin at ávísum eftirlønarveitara. Sum dømi kann nevnast, at tey, sum sigla hjá Mærsk, eru bundin at eftirlønarskipan í PFA.
  • At útlendski arbeiðsgevarin váttar, ella setanarbræv vísir, at starvssáttmálin áleggur, at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan, og tí kann ikki rindast eftirløn til ein føroyskan eftirlønarveitara.
  • At útlendska eftirlønarskipanin verður mett at vera nøktandi.
  • Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður einans roknað inngjald, sum verður rindað til lívrentu, lutaeeftirløn ella tílíka eftirløn við leypandi útgjaldingum, og sum er í minsta lagi lógarásettu upphæddina.

Nøktandi eftirlønarskipan

Ásetingin um nøktandi eftirlønarinngjald merkir, at einans gjøld til lívrentu, lutaeeftirløn ella tílíka eftirløn við leypandi útgjaldingum telja við, tá ið talt verður eftir, um nóg mikið verður goldið til egna eftirløn í mun til samlaðu inntøkuna.

Onnur inntøka

Hevur persónur aðra inntøku enn ta undantiknu, skal eftirlønargjald rindast av henni til føroyskan eftirlønarveitara.

Umsókn um undantøku

Umsókn um undantøku at rinda til føroyska eftirlønarskipan skal sendast TAKS. Hon kann sendast sum persónlig umsókn, men ein arbeiðsgevari ella eftirlønarveitari kann eisini senda eina felags umsókn fyri fleiri arbeiðstakarar.

Hvørt talan er um persónliga ella felags umsókn, skulu saman við umsóknini sendast fylgjandi upplýsingar fyri hvønn einstakan persón:

  • Arbeiðsgevaraváttan ella avrit av setanarbrævi, sum vísir, at arbeiðstakarin er bundin at eftirlønarskipan hjá ávísum útlendskum arbeiðsgevara.
  • Avrit av polisuni hjá arbeiðstakaranum.
  • Avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjaldið árið fyri umframt saldoupplýsingar.

Gev eisini gætur, at tað er tann einstaki skattgjaldarin, sum heftir fyri tær upplýsingarnar, sum verða latnar TAKS, ikki arbeiðsgevarin ella eftirlønarveitarin. Tí er umráðandi at kenna síni egnu eftirlønarviðurskifti. Umsóknin um undantøku skal bert gerast eina ferð; tó skal nýggj umsókn til, um ein skiftir arbeiðsgevara.

Umsóknarbløðini eru at finna undir oyðubløðum her á síðuni. Tørvar tær vegleiðing í sambandi við skjølini, ring til kundatænastuna hjá TAKS á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella send eitt teldubræv til eftirlon@taks.fo.

Sjálvuppgávan og eftirlønargjaldið

Hevur tú eftirlønarskipan, sum TAKS hevur góðkent at vera í samsvari við eftirlønarlógina, verður einki eftirlønargjald kravt. Hvørt ár skalt tú tó lata okkum ársyvirlit yvir eftirlønargjald, samstundis sum sjálvuppgávan verður latin inn. Freistin at lata sjálvuppgávuna inn er vanliga 1. mai.

Hevur tú ikki góðkenda eftirlønarskipan, skalt tú gjalda ásetta eftirlønargjaldið. Rokning verður send tær stutt eftir 1. oktober. Gjaldið fellur til gjaldingar 1. november.

Tá eftirlønargjaldið er goldið, verður skatturin trektur frá. Restin verður flutt á eftirlønarkontu tína. Samstundis verður frádráttur fyri inngjaldið skrásettur í skattaskipanini. Tað merkir, at ein fær frádrátt í skattinum fyri tað árið, eftirlønin er goldin.

Tann, sum skal rinda eftirlønargjald í Føroyum av uttanlandsinntøku, undantikin § 1, stk. 9, fær góðskriving í eftirlønarskattinum fyri inntøkuskatt, sum goldin er av eftirlønargjaldinum uttanlands.