Búmerkið hjá felagnum

Viðtøkur.

Lógin fyri felagið.

Lóg fyri felagið, sum seinast samtykt á aðalfundi hin 4. apríl 2022

 

§1 Navn og bústaður felagsins.

stk.1: Felagið er eitt áhugafelag.

stk.2: Navn felagsins er: ” Antares"

stk.3: Bústaður felagsins kann vera har formaðurin ella kassameistarin býr. Nevndin ger av, hvør av hesum verður nýttur.

a)      Bústaðurin skal kunngerast á heimasíðu felagsins.

 

§2 Endamál.

stk.1: Endamál felagsins er:

a)      at nøra um samstarv og samanhald í millum limirnar, og ímillum familjur teirra,

b)      á ymsan hátt at savna inn vitan til limirnar,

c)      eftir førimuni at verða teimum limum til hjálpar, sum – í sambandi við arbeiði – á ein ella annan hátt koma illa fyri,

d)      eftir førimuni at veita limum ráð og vegleiðing um skattaviðurskifti, pensjónsviðurskifti o.a.

e)      felagið kann lata stuðul til tiltøk og átøk, um nevndin metir tey at hava hóskandi almannagagnligt virði.

stk.2: Felagið er óheft politiskt, fakfelagsliga og átrúnaðarliga.

 

§3 Limareglur:

Limur í felagnum kann ein og hvør gerast, sum:

a)      er ella hevur verði í starvi á føroyskum ella útlendskum skipi í altjóða sigling

b)      er ella hevur verði í starvi uttanlands á sjógvi ella á landi ella

c)      er undir útbúgving í einum av teimum í pkt. a og b nevndu arbeiðsøkjum.

d)      Nevndin kann geva undantøk í teimum førum persónur ikki lýkur treytirnar nevndar í pkt. a, b ella c.

 

§4 Aðalfundur:

stk.1: Aðalfundurin (t.v.s. ársaðalfundur ella eykaaðalfundur) er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið í minsta lagi 15 limir eru møttir.

stk.2: Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur verður lýst til eykaaðalfund. Eykaaðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi 2 nevndarlimir eru møttir.

stk.3: Aðalfundirnir verða talmerktir, soleiðis at stovnandi aðalfundurin var fyrsti aðalfundur felagsins.

stk.4: Allar avgerðir og val á aðalfundi vera at samtykkja við vanligum meiriluta (t.v.s. at meira enn 50% av møttum limum skulu verða fyri). Sí tó stk. 5 um broyting av hesari lóg og §14 um avtøku felagsins.

stk.5: Uppskot um at broyta hesa lóg skal samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av møttum limum.

 

§5 Ársaðalfundur.

stk.1: Ársaðalfundurin verður í 1. ársfjórðingi við hesari dagsskrá:

a)      Val av fundarstjóra,

b)      Formaðurin greiðir frá virki felagsins síðani seinasta ársaðalfund,

c)       Ársroknskapur verður framlagdur til góðkenningar

d)      Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár,

e)      Ásetan av hámarkið fyri nevndarsamsýningum,

f)       Val av nevndarlimum (2 ólíka ár og 3 líka ár),

g)      Val av bókhaldara/roknskaparfelag

h)      Viðgerð av innkomnum málum,

i)       Ymiskt

stk. 2: Nevndin skal í góðari tíð gera av nær aðalfundur skal verða.

stk. 3: Ársaðalfundurin verður lýstur við telduposti til hvønn einstakan lim í mesta lagi 5 vikur og í seinasta lagi 2 vikur fyri fundin.

stk. 4: Mál til viðgerðar á ársaðalfundi skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi antin sum vanligur postur, ella sum teldupostur í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin.

stk. 5: Nevndin sendir um teldupost innkomin mál til limirnar.

Stk. 6: Nevndarlimir, ið standa fyri valið, skulu boða aðalfundinum frá uppstilling, áðrenn sjálvt nevndarvalið fer fram.

 

§6 Eykaaðalfundur:

stk. 1: Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið 4 nevndarlimir ella 1/3 av limunum skrivliga krevja tað. Við kravinum um eykaaðalfund skal fylgja skrivlig skrá yvir tey mál, ið limirnir ynskja viðgjørd á fundinum.

stk. 2: Nevndin lýsir straks við í minsta lagi 10 daga freist eykaaðalfundin at verða í seinasta lagi 30 dagar eftir at kravið um eykaaðalfund er nevndini í hendi. Annars verður lýst til eykaaðalfundar á sama hátt sum til ársaðalfundar.

Stk. 3: Um Aðalfundurin ikki er viðtøkuførur sambært ásetingunum í §4, stk. 1, verður eykaaðalfundur lýstur millum møttu limir og nevndarlimir sambært § 4, stk. 2. Eykaaðalfundur kann tá haldast beint eftir at staðfest er at aðalfundurin ikki er viðtøkuførur.

 

§7 Limagjald

stk.1: Limagjaldið verður eftir uppskotið frá nevndini ásett á ársaðalfundi, og kann einans broytast á ársaðalfundi.

stk.2: Nýggir limir gjalda ¼ limagjald fyri hvønn heilan ársfjórðing, ið eftir er við innliman. Síðani verður limagjald goldið í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum árið.

stk.3: Limirnir skulu syrgja fyri, at limagjaldið verður goldið rættstundis.

stk.4: Hevur limur eftirstøðu í limagjaldi, fær hann skrivliga áheitan um at gjalda eftirstøðuna. Verður ikki goldið innan næsta gjald fellur, verður viðkomandi uttan aðra ávaring av nevndini strikaður sum limur. Nevndin boðar liminum frá hesum umvegis teldupost.

 

§8 Nevndin og nevndararbeiði.

stk.1: Felagið verður stjórnað av einari nevnd, ið hevur  5 limir.

stk.2: Nevndarlimir verða valdir við skrivligari atkvøðugreiðslu á ársaðalfundi soleiðis:

a)      2 nevndarlimir verða valdir ólíka ár – fyrstu ferð í 2016.

b)      3 nevndarlimir verða valdir líka ár – fyrstu ferð í 2017.

c)      2 eykalimir verða valdir hvørja ferð. Fyrstvaldi eykalimur er tann við flest atkvøðum. Stendur á jøvnum, verður avgjørt við lutakasti. Eykalimir hava ikki atkvøðurætt á nevndarfundi, uttan so at teir eru innkallaðir fyri nevndarlim, ið ikki kann luttaka vegna ógegni ella annað. Slíkur nevndarlimur kallar sjálvur inn eykalim fyri seg.

stk.3: Nevndin skipar seg sjálv og velur formann, 1. næstformann, skrivara, 2. skrivara og kassameistara.

stk.4: Gerðabók verður førd fyri allar aðalfundir, eykaaðalfundir og nevndarfundir.

stk.5: Á aðalfundi og eykaaðalfundi verður gerðabókin undirskrivað av fundarstjóra, og á nevndarfundi av teimum møttu nevndarlimunum.

stk.6: Nevndin kemur saman til fundar í minsta lagi 4 ferðir um árið. Nevndin kemur ásamt um, nær hon heldur fundirnar.

a)      Av tí at nevndarlimir støðugt eru burtur, kunnu nevndarfundir haldast umvegis teldupost ella samsvarandi.

b)      Í staðin fyri regluligar nevndarfundir, kann eitt støðugt samskifti fara fram millum nevndarlimirnar, umvegis teir í litra a nevndu miðlar.

stk.7: Formaðurin kann kalla nevndina saman til eykanevndarfund.

stk.8: Formaðurin hevur skyldu at kalla nevndina saman, um tveir ella fleiri nevndarlimir heita á hann. Í slíkum føri fáa nevndarlimirnir boð við telduposti, og upplýst verður, hvat mál skal viðgerast.

stk.9: Tá nevndarlimur hevur forfall, skal hann boða frá fyri fundin.

stk.10: Ynskir nevndarlimur at fara úr nevndini í nevndarskeiðnum, skal hann boða formanninum frá skrivliga. Formaðurin gevur síðani eykanevndarlimi boð.

stk.11: Nevndin umsitur dagligu leiðsluna av felagnum.

stk.12: Nevndini hevur heimild at seta í verk tey tiltøk, hon heldur verða neyðug fyri at fremja endamál felagsins, ella kalla inn til eykaaðalfund, um so er at tað er mál av stórum týdningi.

Stk.13: Bara kassameistarin hevur heimild til at taka út pening ella flyta pening av kontum hjá felagnum.

Stk.14: Um kassameistaranum berst frá, kann annar nevndarlimur taka út ella flyta pening um hann fær fullmakt frá kassameistaranum.

 

§9 Roknskapur.

stk.1: Roknskaparárið er álmanakkaárið.

stk.2: Roknskapurin verður bókaður og settur upp av óheftum felagið, sum aðalfundurin hvørt ár velur.

 

§10 Keyp, søla og lántøka.

stk.1: Felagið verður bundið fíggjarliga av formanninum ella tveimum nevndarlimum saman.

a)      Nevndin hevur heimild til at keypa ta útgerð, ið neyðug er til rakstur av felagnum, so sum skrivstovuútgerð, herundir telduútgerð o.l. Slík útgerð er ogn hjá felagnum.

b)      Um nevndarlimur, ið hevur brúkt telduútgerð í eitt valskeið, vil keypa útgerðina tá valskeiðið endar, kann nevndin loyva hesum. Kostnaðurin verður tá ásettur av uttanveltaðum serkønum fólki.

c)      Um nevndin metir at útgerðin skal endurnýggjast, kann útgerðin avhendast fyri best møguligan prís ella burturbeinast.

stk.2:  Við keyp og sølu av fastari ogn krevst aðalfundarsamtykt.

stk.3:  Felagnum er ikki heimilað lántøku, og kunnu ognir felagsins ikki setast í veð.

stk.4:  Limir Felagsins hefta ikki fíggjarliga fyri felagið.

 

§11 Sosial tiltøk.

stk.1:  Útreiðslur til útferðir, veitslur og onnur sosial tiltøk, til gamans og álvara, verða goldin av luttakarunum. Tiltøk í samband við aðalfundin eru undantikin.

a)      Felagið kann skipa fyri veitslum og tiltøkum.

b)      Tá felagið skipar fyri sosialum tiltøkum, kann felagið krevja inn luttøkugjald til at gjalda fyri høli, mat og slíkar frammanundan fastlagdar útreiðslur.

c)      Felagið eigur ikki, luttakaranna vegna, at keypa inn drekkivørður til sosial tiltøk.

d)      Nevndin ger mannagongd fyri skipan og fígging av tiltøkum.

 

§12 Endurgjald fyri ferðing og nevndararbeiði.

stk.1: Nevndarlimir fáa Ferðaendurgjald, tá ferðast verður til nevndarfundir o. a.

a)      Endurgjald fyri ferðing í egnum bili: Goldið verður sambært almennum reglum um skattafríar veitingar.

b)      Endurgjald fyri ferðing við skipum og bussum hjá ”Strandfaraskip Landsins”:  Latið verður áljóðandi virði á ferðaseðli.

c)      Endurgjald fyri gisting í samband við nevndararbeiði: Goldið verður sambært almennum reglum um skattafríar veitingar.

d)      Endurgjald fyri ferðing ígjøgnum undirsjóvartunnil:  Latið verður fyri ein túr aftur og fram uttan avsláttur, umframt endurgjald sambært stk. 1 a.

e)      Til fundir og annað nevndarvirksemi, kann endurgjald latast fyri kost sambært kvittan.

f)       Onki Ferðaendurgjald verður latið fyri ferðing til aðalfundir.

g)      Onki Ferðaendurgjald verður latið fyri ferðing til tiltøk nevnd í §11. Tó kann nevndin, við vanligum meiriluta, gera undantak frá hesi reglu, um mett verður at nevndin eigur at vera umboða á slíkum tiltaki.

h)      Nevndarumboðan á sosialum tiltaki skal fara fram við virðing fyri umdømi felagsins.

i)       Ferðaútreiðslur eiga at vera gjørdar upp eina ferð um mánaðin og eiga ikki at vera eldri enn 2 mánaðir.

stk.2: Nevndararbeiði:

a)      Nevndin fær heimild til at lata samsýning fyri nevndararbeiði, um arbeiði fer út um vanligar nevndarfundir. Sum samsýning fyri fundir og annað virksemi, ið ikki eru regluligir nevndarfundir, ásetir nevndin eina upphædd, við atliti til fíggjarorku felagsins, í mesta lagi kr. 70.000 tilsaman um árið.

b)      Ferðaendurgjald verður latið sambært stk. 1a.

 

§13 Ymiskt.

stk.1: Nevndin hevur heimild at strika limir, ið ikki halda viðtøkur felagsins ella á annan hátt darva felagnum. Limur, sum er vorðin strikaður, kann taka málið upp á aðalfundi. Aðalfundurin avgerð síðani, um nevndin hevur tikið røttu avgerðina.

stk.2: Bert formaðurin úttalar seg til fjølmiðlar vegna felagið. Tó kann annar limur úttala seg í samráð við nevndina, um formanninum berst frá.

stk.3: Felagið kann virka sum umboð í Føroyum fyri útlendsk feløg og stovnar, í tann mun hetta er til frama fyri felagið og limirnar og í tann mun tað er í samsvari við endamál felagsins.

stk.4: Nevndin tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til, um felagið skal umboða feløg og stovnar, sum nevnt í stk. 3.

Stk.5: Nevndin kann lata stuðul til tiltøk, sambært reglum ásettar í lógarískoyti 1. Stuðul kann ikki latast av fæið, ið er innkomið av limagjaldi.

 

§14 Avtøka av felagnum.

stk.1: Um felagið skal takast av, krevst samtykt frá í minsta lagi 2/3 av limum felagsins.

stk.2: Felagið kann ikki takast av, um 20% av limunum ynskja at halda fram.

stk.3: Um so verður at felagið heldur uppat, fella ognir tess til Einkjugrunnin.

Lógarískoyti 1

Um stuðul:

Antares kann lata stuðul av peningi, ið er innkomin av virksemi, ið ikki er partur av høvuðsvirkseminum hjá felagnum.

Slíkt virksemi er lýsingar av heimasíðu felagsins, tíðindaflutningur og annað.

Tiltøk, ið kunnu fáa stuðul, eru slík ið hava almannagagnligt virði og slík, ið hava felags áhuga fyri limirnar og familjur teirra.

Onki tiltak kann fá meira enn 10% av stovnsfænum í stuðli.

Nevndin avgerð í hvørjum einstøkum føri, um stuðul skal latast.