Undrandi gangi eg (2. partur).
- um mongu skeivu avgerðirnar í sonevndu “skattaumskipanini”
FAS:
Tey kunnu ikki fara eftir FAS, tí FAS, sambært Fíggjarmálaráðnum, er serliga flytfør arbeiðsmegi. At Ruth Vang trýr hesum, tænir argumentasjónini hjá umsitingini til mikið rós, tí størri vrøvl havi eg ikki hoyrt, síðan Putin segði, at russar lupu ikki á Ukreina.
Orsøkin til, at tey ikki fara eftir FAS, er nokk heldur tann, at skipini hjá Bakkafrost eru skrásett í FAS.
Veruleikin er, at vit hava tvær skipanir í Føroyum fyri skip. FAS, sum er Føroya Altjóða Skipaskráseting, og so FS, Føroya Skipaskráseting. Vit kunnu helst øll semjast um, at sigling av Gulanum inn á Skálafjørðin er ikki altjóða sigling, og tí áttu skipini hjá Bakkafrost at verið í FS og latið landskassanum skatt.
Men Fíggjarmálaráðið hevur toygt og tambað reglurnar, spælt Nelson og sett kikaran fyri blinda eygað og latið Bakkafrost fáa landskassans pengar – fyri síðan at fara eftir hinum sjómonnunum í staðin.
Sambært Norðurlendsku skattaavtaluni skulu føroyskir fiskimenn uttanlands rinda allan skattin í Føroyum, men tað er ikki nokk. Nú siga føroyskir myndugleikar, at fiskimenn skulu gjalda meira, enn teir longu gera. Úrslitið verður, at ungir mans flyta bústað, tí tað loysir seg betri fíggjarliga. Fleiri eru longu farnir.
Føroyskir fiskimenn við føroyskum skipum skulu eisini roytast enn meira. Úrslitið av tí síggja vit, nú ungir menn við føroyskum frystilínuskipum flyta til Danmarkar, har teir hava millum 12 og 15.000 meira eftir um mánaðin. Áðrenn rindaðu teir skatt her og fingu sjómannafrádrátt. Teir rindaðu meira í skatti og avgjøldum, enn fiskimenninir í øllum hinum Norðurlondunum. Kortini vóru teir her og rindaðu skattin her. Men nú er kavabólturin farin á rull, og hann verður bæði ringur og dýrur at steðga. Tí nú eru útlit fyri, at teir við langfaratrolarum og uppisjóvarskipum fara at gera tað sama. Heldur enn at fáa meiri burturúr minka skattainntøkurnar hjá landskassanum munandi.
Eitt rós skal umsitingin í Fíggjarmálaráðnum tó fáa. Tey hava megnað at fáa tveir flokkar - sum siga seg vera ávikavist arbeiðaraflokkur og flokkur hjá verka- og fiskimonnum - at semjast um at lata verka- og fiskimenn fíggja skattalætta og lønarhækkan hjá akademikarum. Til lukku við tí.
Men fløvin av tí verður sannlíkt stokkutur, nú fiskimenn eru farnir at flyta. Teir síggja ikki logikkin í, at teir skulu rinda fyri at akademikarin skal fáa.
DAS
So koma vit til DAS, Dansk Almindeligt Skibsregister. Har hava nakrir føroyingar verið, men teir eru næstan allir burtur nú, tí teir skuldu gjalda sosial gjøld í bæði Danmark og her heima. Danir krevja gjøldini, tí donsku reglurnar siga, at sosial gjøld skulu rindast har, men Føroyar krevja eisini hesi somu sosialu gjøldini, hóast teir bara eiga rætt til útgjald úr einum kassa. Tað gevur onga meining, men har kom stórpolitikkur uppí: loysingarrørslan noktar at slaka fyri føroyska gjaldinum, og sambandsvongurin noktar at slaka fyri danska gjaldinum. Úrslitið er, at flestu føroyingarnir í DAS eru farnir í DIS ella NOR, og hagani kemur eingin skattur inn.
Magni Skaale, formaður