Búmerkið hjá felagnum
04. jun. 2024

Undrandi gangi eg (3. partur).

- um mongu skeivu avgerðirnar í sonevndu “skattaumskipanini”

1. partur kann lesast her

2. partur kann lesast her

4. partur kann lesast her

NIS og NOR
So koma vit til NIS og NOR. Norsk Internasjonalt Skipsregister og Norsk Ordinært Skipsregister. Har sigur norðurlendska skattaavtalan, at fólk, sum arbeiða innan oljuvinnu á havleiðini hjá einum norðurlandi, bert gjalda skattin í tí landinum. Fer oljuriggurin ella skipið á aðra havleið, sum ikki er norðurlendsk, so kunnu Føroyar fáa allan ella part av skattinum.

Tey, sum hava siglt uttanfyri norðurlendska havleið, hava havt nøkulunda tað sama eftir, sum tey, sum starvast á norðurlendskari havleið. Men við hesum uppskotinum fara tey nú at hava væl minni eftir. Úrslitið er líka greitt sum logiskt. Tey fara sjálvandi at flyta inn á norska ella danska havleið, og gjalda tí antin ongan skatt (DIS) ella bara skatt í Norra ella Danmark. Føroyar standa eftir við missinum. 

Hesum hava vit ávarað ímóti, og svarið, vit fingu frá einum samgongutinglimi, sigur alt um tað nærlagnið og tað arbeiðið, sum er lagt í hetta uppskotið: «Vit vóna, at tað ikki verður so, sum tit siga» Vit vóna. Eg kann keypa mær ein lutaseðil, og vóna at vinna, men eg fari ikki at leggja mína fíggjarætlan eftir vónini at vinna hin stóra gekkin. Men - sambært hesum samgongitinglimi - so byggja tey eina heila skattaumlegging á vónina. 

Og hendan vónin inniber, at tveir mans, sum hava sama starv, somu løn og arbeiða so nær hvør øðum, at teir síggja hvønnannan, hóast annar er á norskari og hin á bretskari havleið, frameftir fara at fáa sera ymiska hýru. Annar væl meiri enn hin. Vónin er, at hann, sum fer at hava væl minni eftir, fer at lata sær hetta lynda og ikki skifta inn á norska ella danska havleið. Men hvør rættsiktaður gongur við til tað ? 

Úrslitið er, at øll eggini verða løgd í eina kurv. Verða norska og danska oljuvinnan fyri andróðri, fer tað at merkja nógvar arbeiðsleysar føroyingar, sum fara at hava ilt við at fáa onnur størv í bræði, tí eingir føroyingar tá verða í øðrum skipanum at lyfta landsmenn sínar inn um lúnningina.

Altjóða sáttmáli
So hava vit teir, sum starvast undir altjóða sáttmála. Teir hava fingið 120.000 kr í botnfrádrátti og so rindað 35% av restini. 120.000 ljóðar kanska nógv, men allir borgarar, sum gjalda skatt í Føroyum, fáa í roynd og veru tvinnar frádráttir.
Landið letur nevniliga 65.000 kr og kommunurnar 30.000 kr í botnfrádrátti. Hesar 95.000 krónurnar fáa øll. Øll - uttan tey, sum sigla undir altjóða sáttmála.
Við skattabroytingunum skulu tey nú niður á 48.000 í botnfrádrátti og so rinda 35% av restini, umframt øll sosial gjøld. Og orsøkin til, at júst hesi skulu knokkroytast so ógvusliga er, at “tey tjena so nógv”.
Eitt, einstakt reiðarí hevur sagt, at øll, sum sigla hjá teimum skulu hava tað sama eftir. Av tí, at polakkar, amerikanarar, bretar og filipinarar fáa sítt skattafrítt, hevur hetta reiðaríið av sínum eintingum hækkað lønina hjá føroyingunum so nógv, at teir hava tað sama eftir, sum starvsfelagarnir. Men úrslitið er eisini, at eingin føroyingur afturat sleppur inn har – vit eru for dýrir. 

Øll hini reiðaríini geva sáttmálaløn, og tann inntøkan er ikki nær námind tí, sum ført hevur verið fram.

Men hvar gongur markið fyri at tjena nógv? Og hví verður bara ein bólkur tikin burturúr? Hví tekur man ikki ØLL, sum fara um eina ávísa løn? Tak til dømis løgtingsformannin, sum er best lønti almenni persónur. Hóast hann tjenar væl, beheldur hann sín botnfrádrátt. Sama er galdandi fyri læknar - ofta útlendskar - sum kunnu tjena omanfyri milliónina um mánaðin. Men nei. Vit taka bara teir, sum sigla. Úrslitið av hesum er, at teir rýma inn í DIS ella oljuvinnuna í onkrum norðurlandi. Og so fær landskassin einki. 

Magni Skaale, formaður