Búmerkið hjá felagnum
07. jun. 2024

Undrandi gangi eg (4. partur).

- um mongu skeivu avgerðirnar í sonevndu “skattaumskipanini”

1. partur kann lesast her

2. partur kann lesast her

3. partur kann lesast her

Straffskattur
Lat meg at enda taka tey, sum starvast á landi í útlondum. Eg skal bara taka eitt dømi. Írland er ein sera skjótt vaksandi búskapur, og har starvast eisini føroyingar. Fyri tað fyrsta er írski skatturin lægri enn okkara, sosialu gjøldini eisini, men so kemur eitt aftrat. Írska ársuppgerðin fylgir ikki tí føroysku. Tað hevur við sær, at føroyingar, sum starvast í Írlandi fáa 4% í straffskatti her heima, tí teir ikki kunnu gjalda, fyrrenn írsku skattamyndugleikarnir eru lidnir við sína gjøgnumgongd. 

 

At man ger okkurt, merkir ikki, at man ger tað rætta
Ímynda tær, at tekjan á einum húsum rívir í eini ódn. Okkurt má gerast, og konan í húsunum fer upp á takið í illveðrinum - í trygdarskóm, silkináttkjóla og við sleggju í hond. Har stendur hon so, í himmalsins ódnarveðri og brýtur holið á takinum størri. Víst ger hon okkurt, men hon ger ikki tað rætta. Hon ger bara trupulleikan verri. Og soleiðis er støðan við hesi skattaumleggingini.

Einki land í verðini hevur so langa søgu við flytførari arbeiðsmegi, sum Føroyar. Tað hevur altíð verið mett, sum ein styrki. Men ikki longur. Nú ljóðar tað meiri sum ein ábreiðsla. 

Eitt, sum vit ofta hoyra, er, at vit skulu gevast at útbúgva fólk til onnur lond at fáa gleði av. 

Hatta er eitt stuttskygt argument, oftast sagt av væl útbúnum fólki. Tí tørvurin broytist. Sjómenn búgva her, hava familju her, gjalda skatt her (veldst hvørji skipan teir virka undir).
Men taka vit tey, sum fara av landinum at lesa, kemur bara helvtin heim aftur (Hagstovan). So loysnin er ikki at senda enn fleiri fólk av landinum til at taka útbúgvingar. Serliga ikki útbúgvingar,  okkum ikki tørvar. Tí tá hava vit í ólukkumát rindað fyri at gagna øðrum tjóðum. Og eg meini so við - tað er líka við at vit kunnu útflyta fíggar- og samfelagsfrøðingar, so nógvar sum vit eftirhondini hava av teimum. 

Og tí er tað, at yrkingin hjá Martini Joensen rennur mær til hugs. Við hesum skattauppskotinum fara vit skjótt at verða sum Hetland. Nógv fámentari - og alt verður kvirt, meðan tey arbeiðsplássini í útlondum, sum hava gjørt tað liviligt her á landi, kámast burt. Og álvaratos. Hvør skal tá rinda lønina hjá øllum okkara fíggjar- og samfelagsfrøðingum?